2026-03-04 07:51
Løgreglan var í gjár í Fuglafirði og í Klaksvík, og har vóru áttað mál skrivað.
Fimm bilførarar fingu klipp og bót fyri at tosa í telefon undir akstri. Tveir fingu bót fyri ikki at sita í trygdarbelti. Og so fekk ein bót fyri at ikki tryggja eitt barn við trygdarbelti undir akstri.
Bøturnar liggja milum 1000 og 1500 krónur.
Umframt tað vóru tíggju sett av nummarplátum tikin í høvuðsstaðarøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald