Innanlands

Átta bilførarar fingu bót í gjár

Náttin hevur verið stak friðarlig, men tó vórðu fleiri bilførarar tiknir í Norðurøkinum í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-22 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Norðurøkinum, og í hesum sambandi fingu eini átta bilførarar bót fyri ymisk lógarbrot.

Bilførararnir vórðu m.a. tiknir fyri at koyra uttan ljós, við tokuljósum, og niðurslitnum dekkum. Eisini varð ein bilførari, ið ikki hevði koyrikortið uppiá sær, sigur løgreglan.

Í nátt varð ein bilførari eisini tikin í Havn. Her var talan um ein bilførara, sum ikki hevði koyrikort.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder