Innanlands

Átta ára gomul genta bitin av hundi

Gentan fekk ikki álvarsaman skaða, men eigarin fær bót fyri at lata hundin ganga leysan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-12 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, stutt fyri klokkan tvey, fekk løgreglan eina fráboðan úr einari bygd í høvuðsstaðarkommununi um, at ein átta ára gomul genta var blivin bitin av einum hundi.

Gentan fekk ikki álvarsaman skaða, men hon varð kortini koyrd til læknan.

Eigarin av hundinum fær í hesum sambandi eina bót fyri at lata hundin ganga leysan, og hevur hann boðað frá, at hann fer til djóralæknan at avlíva hann mánadagin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder