Dátueftirlitið hevur meldað Atlantsflog til løgregluna við kravi um eina sekt á heilar 14 milliónir krónur, tí starvsfólk hjá felagnum hevur latið ein geyma víðari við einum filmsbroti frá bjargingararbeiðinum, sum bjargingartyrlan hjá Atlantsflog gjørdi, tá línuskipið Kambur sakk í februar 2024.
Filmsbrotið er síðan lagt á Youtube, har tað varð víst 300 ferðir.
Flogfelagið er grundleggjandi ósamt við avgerðini, sum Dátueftirlitið tók avgerð um 4. desember 2025.
Í tíðindaskrivi í dag, skrivar Atlantsflog:
Dátueftirlitið hevur í dag almannakunngjørt, at Dátueftirlitið hevur meldað Atlantic Airways til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina og mælir samstundis til, at málskravið verður ein sekt á 14 mió. kr.
Talan er um eina hending, har eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways hevur latið ein geyma til ein uttanhýsis veitara við einum filmsbroti frá fyrimyndarliga bjargingararbeiðnum í sambandi við syrgiligu vanlukkuna, tá ið línuskipið Kambur fekk ein sjógv og sakk. 14 mans vórðu bjargaðir. Veitarin, sum selur trygdarútgerð til bjargingararbeiði, hevði av misgáum lagt filmsbrotið á Youtube, har tað varð víst 300 ferðir.
Atlantic Airways skal boða frá, at felagið er grundleggjandi ósamt við avgerðina hjá Dátueftirlitinum.
Felagið ásannar, at eitt mistak er farið fram og hevur longu nú tikið stig til at tryggja innanhýsis mannagongdir soleiðis, at eitt slíkt mistak ikki hendir aftur. Samstundis kann felagið á ongan hátt góðtaka niðurstøðurnar hjá Dátueftirlitinum, umframt at felagið ikki kennir seg aftur í atfinningunum og tí, ið annars ført verður fram.
Somuleiðis metir Atlantic Airways, at sektaruppskotið ikki stendur mát við sjálvt mistakið. Er yvirhøvur talan um eitt brot, eigur ein møgulig sekt at verða munandi minni.
Meldað til løgregluna
Dátueftirlitið hevur í dag eisini kunngjørt sína avgerð, har greitt verður frá, at tey hava meldað Atlantsflog til løgregluna og mælt til at málskravið verður ein sekt á 14 milliónir krónur.
Her skrivar Dátueftirlitið, at støddin á sektini er ásett við støði í vegleiðingini hjá evropeiska dáturáðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald