Í gjárkvøldið lendi eitt flogfar hjá Atlantsflog í floghavnini í Kangarlussuaq í Vesturgrønlandi. Umborð vóru donsk herfólk, undir leiðslu av ovasta herleiðara í Danmark, Peter Boysen.
Danmarks Radio skrivar, at herfólkini eftir øllum at døma komu úr harnaðarleguni í Haderslev. Fleiri av fólkunum hava fyrr verið í Grønlandi, og kenna tí økið.
Danska verjan kallar átakið fyri eitt "substantielt bidrag", hevði í gjárkvøldið ikki greitt DR nærri frá, hvat tað inniber.
Danmarks Radio skrivar, at vanliga hevur sjálvur herovastin onki at gera í Grønlandi, tí tað er ikki har, sum hansara uppgávur liggja.
Áðrenn flogfarið hjá Atlantsflogi lendi í Kangerlussuaq, millumlendi tað í Nuuk, har myndir vísa, at fleiri av donsku herfólkunum fóru av.
Sambært journalistinum hjá Danmarks Radio er uppgávan hjá herfólkunum av ansa eftir og verja infrakervi í Grønlandi, eitt nú havnir, orkuverk og oljustøðir.
Journalisturin hjá DR, ið hevur danska herin, sum sítt fasta málsøki, hevur eisini ansað eftir, at fleiri av herfólkunum høvdu bataljónsmerki á búnanum, sum bendir á, at talan er um verkfrøðingar frá serliga ‘ingeniør-regimentinum’ í Skive. Teirra serfrøði er vanliga at byggja virki, skansar og forðingar og at finna og tileinkisgera lóður og minur, skrivar dr.dk.
Innrásin til Grønlands er partur av eini venjing, kallað "Arctic Endurance". Men hernaðarserfrøðingurin hjá Danmarks Radio heldur, at átakið minnir meira á eina ætlaða ‘operatión’ enn eina venjing.
Ógreitt er, hvussu nógv herfólk komu til Grønlands í gjárkvøldið, men DR metir, at talan er um einar hundrað mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald