Innanlands

Atlantic Airways Aviation Academy er Vinnuátakið 2025

– Við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum.

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2025-09-19 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag varð simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, heiðraður sum ársins Vinnuátak 2025.

Í grundgevingini varð m.a. sagt, at átakið er ein íløga í vitan, førleikamenning og framtíðina.

– Tí takkað verið framkomnari tøkni kunnu vit nú eftirgera, kanna og royna alskyns arbeiðsgongdir, støður og mannagongdir í einum eftirgjørdum umhvørvi, áðrenn tær verða fluttar yvir í veruliga heimin.

– Átakið hevur gjørt førleikamenning og venjing meiri atkomulig. Førleikamenning og venjing, sum ikki bara eru neyðug, men eitt lógarkrav, og sum fyrr kravdi, at farið varð út í heim.

– Men nú kemur heimurin til Føroya, tí við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum. Tað er ein stórur og greiður fyrimunur fyri bæði tilbúgving, vinnulív, ferðavinnu og samfelag.

Øll grundgevingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder