Mentan

Atgongumerkjasølan til Julius í Likkudali byrjar í morgin

Einans fimm sýningar verða í Norðurlandahúsinum frá 25. november til 27. november

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-31 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í morgin verða atgongumerkini til familjusangleikin “Julius í Likkudali” sett til sølu.

- Áhugin fyri sangleikinum tykist at vera sera stórur. Tað verða einans fimm sýningar, so helst mugu fólk sita klár at keypa, tá atgongumerkjasølan byrjar, sigur Sasho Bjartsson, sum skipar fyri leikinum.

Afturat sær hevur hann nógv góð fólk.

Millum annað kend tónleikanøvn sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen eru við at skapa nýggjan tónleik, ið eisini verður útgivin eftir sangleikin.

Atongumerkjasølan er á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder