Mentan

Astri Luihn á Mentanarnáttina á Tvøroyri

Astri Luihn sýnir fram í hølunum hjá Varðanum Pelagic

2025-05-12 20:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

30. mai verður Mentanarnátt á Tvøroyri, og tá fer listakvinnan Astri Luihn at sýna fram í hølunum hjá Varðaum Pelagic á havnalagnum.

Talan er um eina søluframsýning við nýggjum verkum, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Fyrst í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya.

Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt. Hon hevur tónlistarliga og fólkalívsfrøðiliga bakgrund. Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur verið við í ymiskum sýningum í Føroyum, Danmark, Noregi, Týsklandi, Eysturríki, USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder