
(Video: Símin Jákup Højsted)
Stórarbeiði fer fram á flogvøllinum í hesum døgum, ella nætrum, rættari sagt.
Tí nú er stundin loksins komin til, at nýtt asfalt skuldi leggjast á breytina. Asfaltið á 1.250 metra longu upprunabreytini er frá 1993, og hevur hildið væl og leingi, meðan asfaltið á teimum longdu pørtunum av flogbreytini er frá 2011, og hevur ikki hildið eins væl.
Síðan 1993 er eisini nógv hent við føroysku flogferðsluni, ikki minst er ferðslan vorðin nógvar ferðir størri, og tað eru flogførini eisini og rættiliga væl tyngri – farmaflogfarið hjá FarCargo vigar upp í 114 tons, ferðafólkaflogførini 80 tons.
Tað slítur upp á asfaltið, sum nú verður lagt av nýggjum.
Asfalteringsarbeiðið byrjaði í fagra veðrinum síðstu nátt (Mynd: Símin Jákup Højsted)
Umfatandi tilrættislegging
Fyrsta asfaltið varð lagt á í síðstu nátt. 130 metrar av breytini í fullari 30 metra breidd, hava fingið fyrsta lagið av asfaltið.
Tað er ikki bara bara, at asfaltera flogbreytina í Føroyum, serliga tá ongin annar flogvøllur ella flogbreyt er, sum kann taka sær av ferðsluni ímeðan arbeiðið fer fram.
- Aðrastaðni steingja tey breytina meðan asfaltarbeiðið verður gjørt. Tað kunnu vit ikki, tí flogferðslan má kunna halda fram ótarnað, greiðir Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, frá.
Fyrireikingarnar til verkætlanina, sum nú er farin í gongd hevur verið drúgvar, men nú skuldi tað so vera. Roknað verður, at arbeiðið fer at taka umleið 40 nætur – arbeiðið skal ætlandi vera liðugt til ólavsøku, helst áðrenn, men tað veldst um ymiskar umstøður, ikki minst hvussu veðrið lagar seg. Í oysandi regni ber ikki til at asfaltera.
Tilrættisleggingin av arbeiðinum er krevjandi, tí tað eru nógv fólk og fyritøkur innblandað, og arbeiðast kann einans meðan flogvøllurin ikki verður brúktur. Og kann skal vera klárur tá ferðslan byrjar aftur um morgunin.
Røðin við lastbilum lessaðir við flógvum asfalti var rættiliga stór í nátt (Mynd: Símin Jákup Højsted)
Fleiri fyritøkur við til at gera arbeiðið
Regin I. Jakobsen greiðir frá, at hvønn seinnapart verður ein samskipanarfundur hildin millum partarnar, sum standa fyri arbeiðinum, har avgerð eisini verður tikin, um asfalterað verður komandi nátt.
Hetta fyri at Landsverk kann fara í gongd við at framleiða stóru mongdina av serliga sterkum asfalti, sum skal brúkast ta komandi náttina.
Tað er Landsverk, sum veitir asfaltið, meðan báðar privatu asfaltfyritøkurnar, HJ Asfalt og EM Asfalt, taka sær av sjálvari áleggingini, og at leggja flutningin til rættis, við fyrstnevndu fyritøku sum ábyrgdarhavara.
Tvey løg skulu leggjast á. Tað fyrsta er 6,5 sentimetrar tjúkt og tað seinna umleið 5 sentimetrar. Asfaltteknisku krøvini eru sett í samstarvi við ráðleggingarfyritøkuna Rambøll, sum hevur altjóða royndir í slíkum verkætlanum.
Farið verður í gongd við arbeiðið so skjótt, sum seinasta flogfarið á degnum hevur sett seg um kvøldið. Fyrst verður økið fresað, og síðan verður farið undir at leggja asfaltið á.
Byggja skráa til flogførini hvønn morgun
Tey klára umleið 130 metrar hvørja nátt, og hetta er fyrst og fremst tí, at alt skal vera liðugt, tá flogvøllurin letur uppaftur til fyrstu fráferð morgunin eftir.
Tá asfaltið er lagt á og væl og virðiliga trumlað, verður farið í gongd við at byggja ein skráa upp til 6,5 centimetra høga kantin av nýggjum asfalti.
- Hetta er kravið frá myndugleikunum fyri hall á flogvølli, og ein slíkan skráa mugu vit gera hvørja nátt áðrenn vit gevast við arbeiðinum. Og so skulu nýggjar strípur leggjast á eisini, greiðir flogvallaovastin frá.
Næsta kvøld byrjar so arbeiðið aftur við at fyrst verður daggamli skráin fresaður burturaftur, áðrenn farið verður í gongd við at fresa til næsta pettið, sum skal asfalterast.
Tá arbeiðið úr enda í annan er gjørt fyrstu ferð, skal eitt nýtt lag leggjast á afturat.
Størri vendipláss og LED ljós
Umframt sjálva asfalteringina eru eisini onnur arbeiði, sum verða gjørd um somu leið. Hetta eru arbeiði, sum J&K Petersen hevur høvuðsábygdina av.
Vendiplássini í hvørjum enda av breytini verða útbygd, so at tey hóska til tey stóru flogførini. Serliga flogfarið hjá FarCargo hevur avbjóðingar við at venda úti á endunum, greiðir Regin I. Jakobsen frá.
Umframt hesi vendiplássini verða eisini øll ljósini á flogvøllinum skit út frá halogen til LED. LED ljósini eru betri, og hartil eisini bíligari í rakstri. El-fyritøkan Install stendur fyri hesi útskiftini sum undirveitari hjá J&K.
Rilluskera til síðst
Men arbeiðið er ikki liðugt, tá nýtt asfalt í tveimum førum er komið á allan vøllin. Tí so skal hann “groovast”, sum tað eitur á flogvallamáli. Tað er rilluskerast, so av vatn betur kann renna frá.
Ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í slíkum arbeiði, kemur Onglandi at taka sær av hesum arbeiði, upplýsir Regin I. Jakobsen.
- Tað hevur stóran týdning, at vøllurin verður rilluskorin eisini, greiðir flogvallastjórin frá.
- Tað eru ikki allir flogvallir, sum gera hetta. Men hjá okkum, har tað regnar illa hevur tað alstóran týdning, tí við hesum rillum legst vatn ikki á sjálva flogbreytina, og harvið verður bremsieffektin við lending eins stór og var tað ein turr breyt, hóast tað regnar.
Vága Floghavn hevur ikki upplýst hvat kostnaðarætlanin fyri arbeiðið er, sum nú er í gongd við asfalteringini, men Regin I. Jakobsen sigur, at kostnaðurin verður ein trísiffrað milliónaupphædd, altso oman fyri 100 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald