Innanlands

Ása verður deildarleiðari á Miðstøðini

Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

2019-05-03 12:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík.

Miðstøðin veitir heima- og sjúkrarøkt til borgara í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri.

Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy, hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu, og hon byrjar í starvinum tann 1. juni, boðar Fuglafjarðar kommuna frá á heimasíðuni.

placeholder
placeholder