Uttanlands

Ársins snildasta innbrot – men eisini tað býttasta

Frekir tjóvar fingu kongaligar smúkkur fyri eitt ómetaligt virði við sær, tá teir brutu inn í Louvre savni í Paris í upplatingartíð í gjár

Smúkkusettið hjá Marie-Amélie drotning frá tíðliga í 1800-talinum var millum stolnu lutirnar

Smúkkusettið hjá Marie-Amélie drotning frá tíðliga í 1800-talinum var millum stolnu lutirnar

2025-10-20 16:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir komu við einum stigabili, høvdu vinkulslíparar við, fóru inn gjøgnum ein glugga til Apollo-galleríið í fyrstu hædd, stjólu smúkkur úr nøkrum glasskápum, útaftur sama veg og sluppu sær til rýmingar á skutarum.

So einfalt var ránið, sum í gjár – í upplatingartíðini – fór fram á stóra víðagitna Louvre savninum í Paris.

Við sær fingu tjóvarnir smúkkur, ið verða lýstar sum franskur mentanararvur av ómetaligum virði. Eitt nú eitt hálsprýði við smaragdum og diamantum, sum Napoleon Bonaparte keisari gav aðru konu síni, Marie-Louise av Eysturríki, sum hann giftist við í 1810.

[object Object]

[object Object]Tjóvarnir sluppu upp á svalan uttan fyri vindeygað til Apollo-gallaríið, har tjóvarnir komu inn í savnið (Myndir: EPA)

Kunnu ikki seljast

Nú eru tey farin at leita eftir gerningsmonnunum og smúkkunum. Men tjóvarnir hava eina avbjóðing – tað verður ógvuliga trupult at sleppa av tið tær stolnu vørurnar.

Tað metir smúkkuserfrøðingurin hjá danska uppboðssøluhúsinum, Bruun Rasmussen, Danield Foldschack, sum DR hevur tosað við.

- Hetta er ársins mest merkisverda tjóvarí, men eisini tað býttasta nakrantíð. Tí tú sleppur ikki av við hesar vørur, sigur hann við P1 Morgen hjá DR.

Men tað kann hugsast, at talan var um eitt bílagt arbeiði, sigur Daniel Foldschack.

Kanska smúkkurnar eru umbidnar av onkrum, sum livir á skuggasíðuni. Ella er tað kanska eitt politiskt signal fyri at pilka við franska mentanararvin? spyr hann.

Hann samanber hetta ránið við Lítlu Havfrúnna í Keypmannahavn. Tað er bara ikki nakað, sum pilkað verður við.

Statur í upploysn?

Formaðurin í høgravíðgongda flokkinum, Rassemblement Nationale, RN, skrivar á X, at innbrotið er ein eyðmýking av Fraklandi og vísir á, at franski staturin er í upploysn.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur ikki gjørt viðmerkingar til hetta, men hann sigur, at skreytlutirnir verða funnir, og gerningsmenninir førdir fyri rættin.

Smúkkuserfrøðingurin hjá Bruun Rasmussen er eisini sannførdur um, at smúkkurnar einaferð koma aftur til Louvre, men tað kunnu ganga nógv ár.

[object Object]Høvuðsprýðið hjá Eugénie keisarinnu frá 1853

Fara tey at biðja um loysigjald?

Hann útihýsir ikki møguleikan fyri, at tjóvarnir fara at biðja um loysigjald fyri at lata stolnu lutirnar aftur, eins og var tað ein gíslatøka.

Ein av virðismiklu lutunum varð tó beinanvegin funnin aftur. Talan er um eina krúnu við 1.354 diamantum og 56 smaragdum, sum í síni tíð varð borðin av Eugénie keisarinnu, makanum hjá Napoleon III keisara.

Gylta krúnan varð funnin uttan fyri savnið. Ein av tjóvunum hevur helst mist hana, og tí hevur krúnan eisini fingið stóran skaða, skriva franskir miðlar.

Hinir stolnu skreytlutirnir eru:

  • Høvuðprýði (diadem), hálsprýði og oyrnalokkar úr safir smúkkusettinum hjá Marie-Amélie drotning og Hortense drotning frá tíðliga í 1800-talinum
  • Smaragdhálsprýði og oyrnalokkar úr smúkkusettinum hjá Marie Louise keisarinnu frá 1810
  • Diamantbrosja, kallað Broche religuaire, frá 1855
  • Høvuprýðið hjá Eugénie keisarinnu frá 1853
  • Rosettubrosja hjá Eugénie keisarinnu frá 1855


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder