Mentan

Árliga Laksatorgið verður leygardagin

Nógv verður gjørt burtur úr dygdargóðu rávørunum, sum Bakkafrost letur, og fjøltáttaðu rættirnir eru ókeypis

2023-07-18 12:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú sólin stendur hægst á himli er serstaka summartiltakið hjá Runavíkar Kommunu, Laksatorgið, aftur á skrá.

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum, har bátafelagið heldur til, er aftur í ár karmur um Laksatorgið.

Nógv verður gjørt burturúr dygdagóðu rávørunum, sum Bakkafrost letur, og fjøltáttaðu smáu rættirnir eru ókeypis, so tað er lagamanni at koma til Glyvrar at royna. Sum nakað nýtt luttekur Etika eisini, og kokkurin fer at vísa, hvussu tey gera sushi. Stór grill verður sett upp mitt á økinum og har verða laksaspjót at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, men fleiri nýggj leggjast afturat á hvørjum ári. Á sjálvum økinum verður ponyríðing, ókeypis kajakk, dreygibenkur, barnaundirhald og harmonikutónar.

Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10. Leikur, prýðislutir, bundnar vørur, gávulutir og endurnýtsluvørur eru millum mongu tilboðini.

Fólkini handan Kæti Barnaundirhald verða á staðnum, og skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna myndaboksina Sjóselfie. Pallurin mitt á økinum borðreiðir við tónleiki og gyklarum. Um tær dámar at dyppa, svimja ella skreiða á sjógv, tak so svimjiklæðini við, tí fjøran við ósan á Glyvrum liggur bert eitt hanagleiv frá økinum.

Bakkafrost bjóðar fólki at vitja virkið á Glyvrum, og møguleiki verður at fara umborð á eitt av teirra skipum. Skráin á virkinum byrjar kl. 11 við mati, tónleiki og undirhaldi til børnini.

Kl. 13 verður almenningurin boðin til framløgu og kjak um føroysku alivinnuna. Luttakarar verða Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri , Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Bill Justinussen, fyrrverandi løgtingsmaður og Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost.

Laksatorgið verður 22. juli frá kl. 10 til 16 niðri á Støð á Glyvrum.

Tíðindaskriv frá Visit Runavík 

Sí myndir frá Laksatorginum í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder