2025-06-10 08:14
            
        
        
                
            Ein maður var seinnapartin í gjár fluttur á landssjúkrshúsið eftir at hann var dottin umleið 4 metrar niður í túni í sambandi við arbeiði at taka niður einar brandtrappur.
Óhappið hendi á Klaksvíksvegnum í Klaksvík umleið klokkan 14.15.
Sjúkrabilur varð tilkallaður, sum flutti mannin á sjúkrahús. Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni er støðan hjá manninum ikki kritisk.
Arbeiðseftirlitið er fráboðað um óhappið.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald