Innanlands

Arbeiðsloysið var eitt prosent í februar

Í februar vóru 352 persónar raktir av arbeiðsloysi - 134 kvinnur og 217 menn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-25 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Í februar vóru 352 persónar raktir av arbeiðsloysi - 61 færri enn í februar í fjør.

Talan var um 134 kvinnur og 217 menn, sum umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu til ávakivist 114 og 187.

Í februar vóru tilsamans 301 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 32 færri enn í februar í fjør.

44 av teimum, sum vóru arbeiðsleys í februar - 12,5 prosent - vóru langtíðararbeiðsleys, sum høvdu verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta er á leið tað sama talið av persónum sum í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder