Í september var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við september í fjør.
282 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í september, og svarar hetta til 244 fulltíðararebiðsleys.
Í mun til september í fjør var talan um ávikavist 63 og 32 persónar færri, skrivar Hagstovan.
Gott 100 kvinnur vórðu raktar av arbeiðsloysi í september, sum 43 færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 90, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,6 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
181 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 20 færri enn í september í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 156, sum svarar til 0,9 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
31 prosent - ella 87 persónar - av teimum arbeiðsleysu í september høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar, meðan 37 persónar - ella góð 13 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta er á leið tað sama sum í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald