Innanlands

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,7 prosent

Minsta arbeiðsloysið er í Vágum við 0,8% og tað mesta í Suðuroy við 4,4%

Myndir: Hagstovan

Myndir: Hagstovan

2018-09-26 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,7%, samanborið við 1,8% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 480 persónar í juli í ár, tað eru 196 færri enn sama mánað í fjør.  Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 0,8% og tað mesta í Suðuroy við 4,4%.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sína.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juli 2017 til juli 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í prosent av arbeiðsfjøldini.

Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men tey síðstu árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur. Síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,0%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,8 niður í 1,5%. Tó er kvinnuarbeiðsloysið framvegis ein fjórðing størri enn hjá monnum.

Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:

Minst er arbeiðsloysið í Vága sýslu við 0,8%, Norðoya sýslu við 1,0% og Norðstreymi við 1,2%.

So er eitt lítið glopp upp til Sandoyar sýslu við 1,4%, Eysturoyar sýslu við 1,5%.

So er aftur eitt glopp upp til Suðurstreym við 1,9%.

Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,4%.

Í øllum sýslum uttan Vága sýslu er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,5% og monnum í Norðoya og Sandoyar sýslum við 0,8%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,2%.

Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er óbroytt 1,5%. Størsta minkingin er í Vágum úr 1,9 niður 0,8%.

Arbeiðsloysið er sum heil minkað munandi, um mann hyggur nøkur ár aftureftir. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars, og munurin einki minkar.

Minsta arbeiðsloysið við 1,2% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

Annars er ikki so stórur munur millum aldursbólkarnar.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.

Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.

Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder