Innanlands

Arbeiðsloysið eitt prosent í juli

356 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 32 færri enn í juli í fjør, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-08-25 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum var eitt prosent í juli, og tað er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

356 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 32 færri enn í juli í fjør. Hetta svarar til 311 fulltíðararbeiðsleys - 41 færri enn í juli í fjør.

Av teimum, sum vóru raktir av arbeiðsloysi í juli vóru 133 kvinnur og 223 menn, sum svarar til ávikavíst 42 færri kvinnur og 10 fleiri menn enn í juli í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys svarar hetta til 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur og 193 fulltíðararbeiðsleysar menn.

Í juli vóru 45 persónar - sløk 13 prosent av teimum arbeiðsleysu - langtíðararbeiðsleys. Tað merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. 

Níggju fleiri vóru langtíðararbeiðsleys í juli í ár í mun til í fjør, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder