2025-05-21 08:39

Fyrrapartin í gjár, týsdagin, fingu løgreglan og alarmsentralurin boð um eitt arbeiðsóhapp.
Tað hendi í moldgoymsluni við Norðskála.
Ein persónur fekk snuddir í høvdið, tá ein baklúka á einum lastbili kom niður á hann.
Tíbetur var ikki talan um álvarsligar skaðar, upplír løgreglan.
Arbeiðseftirlitið var eisini fráboðað, sum vanligt er í slikum førum, og skal tað kanna málið gjølla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald