Innanlands

Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Kirkjuá farið í gongd

Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt 3. juni 2026

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2025-12-04 18:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Kirkjuá í Sørvági er farið í gongd, og arbeiðið fer eftir ætlanini at taka eitt hálvt ár, skrivar Sørvágs kommuna.

Arbeiðið varð boðið út, og Sp/f Stroyður sum vann útboðið, og fer at standa fyri at gera nýggju brúnna.

Í eina tíð hevur ikki verið koyrandi um brúnna, men nú arbeiðið er farið í gongd, er øll ferðing um brúnna bannað. Eisini til gongu. Víst verður til brúnna við Gamla skúla og brúnna við Dungasand, skrivar Sørágs kommuna.

Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt 3. juni 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder