Innanlands

Arbeiðið at gera náttúruøkið í Dalinum Langa byrjað

Í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin tann 22. apríl, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið, skrivar Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-04-17 11:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at gera náttúruøkið í Dalinum Langa er byrjað, og í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin tann 22. apríl, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Dagurin byrjar kl 11 við kaffi og morgunbreyði afturvið, og síðani fara øll at gróðurseta. Tey, ið hava hug til at vera við til at gera náttúruøkið í Dalinum Langa mugu minnast til at taka egnan spaka við.

Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól í 2022. Ætlanin varð boðin út til fýra veitarar, ið allir lótu inn tilboð, og eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.

Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt. Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um at luttaka í plantingini, sum verður í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.

Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar. Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder