Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi lendi í morgun í Russlandi, har hann í dag skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.
Teir báðir skulu m.a. umrøða kríggið við USA, skrivar amerikanski miðilin CNN.
Iranski sendiharrin í Russlandi, Kazem Jalali sigur sambært iransku tíðindastovuni Isna, at Araghchi fer at hitta Putin fyri at tosa við russisk embætisfólk um støðuna viðvíkjandi samráðingunum, vápnahvíldini og øðrum.
Eftir ætlan skuldu umboð fyri USA og Iran hittast í Pakistan farna vikuskifti, men so varð ikki. Iran hevur tó umvegis pakistanskar meklarar sent USA eitt nýtt friðaruppskot.
Les eisini: Miðil: USA fingið nýtt friðaruppskot frá Iran
Iranski uttanríkismálaráðharrin gevur USA skyldina fyri, at samráðingarnar í Pakistan miseydnaðust.
– Tað var amerikanski hugburðurin, sum hóast framstig vóru gjørd, var orsøkin til, at seinastu samráðingarnar ikki bóru á mál, sigur hann sambært iranskum statsmiðlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald