Innanlands

Arabo á javnaðarlistan

Formaðurin í nýskipanarnevndini hevur í kvøld váttað gitingarnar: Ben Arabo stillar fyri fyrstu ferð upp í politikki

Ben Arabo hevur valt at fara inn í politikk - og hevur valt Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ben Arabo hevur valt at fara inn í politikk - og hevur valt Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-02 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi fingið áheitan frá Norðurstreymoyar Javnaðarfelag um at stilla upp til løgtingsvalið. Eg havi avgjørt at taka av

Hetta staðfestir Ben Arabo í viðmerking til Portalin og FM1.

Harvið váttar stjórin í Framtaksgrunninum og formaðurin í nýskipanarnevndini gitingarnar, sum Norðlýsið, aðrir miðlar og fólk annars hava havt seinastu tíðina.

Í viðmerking við vp.fo um sama mundið, staðfestir Ben Arabo, at fleiri flokkara hava heitt á hann.

52-ára gamli búskaparfrøðingurin er nýggjur maður fyri Javnaðarflokkin í Norðurstreymoy, har Ingilín Didriksen Strøm og Uni Holm Johannesen nú eru farin burtur av.

Váttað á Portalinum: Uni Holm Johannesen stillar ikki uppaftur

Ben Arabo hevur ymiskar royndir men ikki beinleiðis á politiska pallinum. Í fjør fór hann til verka sum formaður í sonevndu Nýskipanarnevndini, sum seint í fjør syrgdi fyri, at trý landsstýrisfólk vórðu søgd úr starvi - aðalráðini minkaðu úr níggju niður í seks.

Nú ætlar Arabo sær ein øðrvísi leiklut í føroyskum politikki. Pápi hansara, Thomas Arabo, var í 1980'unum og í 1990'unum á tingi fyri Javnaðarflokkin, umframt at hann var landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder