Mentan

Apple við nýggjari stroymingartænastu 1. november

Apple TV+ verður bíligari enn stóru tænasturnar, HBO og Netflix, og fer at hava bæði filmar, røðir og egið tilfar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-09-11 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir

Kappingin um hyggjarar á altjóða stroymingarmarknaðinum er hørð. Stóru tænasturnar Netflix og HBO fáa nú kapping frá bæði Amazon, Disney og nú eisini Apple.

Í mars avdúkaði Apple, at tey fóru at koma við teirra egnu stroymingtænastu, og í gjár kundi Apple endiliga avdúka, nær hon kemur, og hvussu nógv hon fer at kosta.

Apple TV+, sum tænastan eitur, kemur 1. november í ár, og fer eitt hald at kosta 39 krónur um mánaðin. Tað er minni enn helvtin av tí, sum tey bíligastu haldini hjá HBO (99 krónur) og Netflix (79 krónur) kosta.

Sambært DR, fer nýggja stroymingartænastan at innihalda bæði filmar og røðir, og eisini fer Apple at framleiða egið tilfar til tænastuna.

Apple hevur eisini longu avdúkað eitt sindur um, hvat fyri tilfar fólk kunnu vænta sær á nýggju tænastuni.

Apple hevur m.a. framleitt dramarøðina "Morning Show" við Jennifer Aniston, sum er kend úr røðini "Friends", í høvuðsleiklutinum. Eisini skal heimskendi filmsleikstjórin, Steven Spielberg standa á odda fyri einari science fiction-røð, sum verður nevnd "Amazing Stories".

Sjónleikarin Jason Momoa, sum er mest kendur sum Khal Drogo í "Game of Thrones" og "Aquaman" í DC-superhetjuheiminum, spælir eisini høvuðsleiklutin í nýggju røðini "Sea". Hon snýr seg um ein heim, har eitt virus hevur dripið meginpartin av íbúgvunum, og tey, sum eftir eru hava mist sjónina.

placeholder
placeholder