Mentan

Apple fer at geva út fleiri myndtekin

Seinni í ár koma 70 nýggj myndtekin við m.a. nýggjum djórum

Myndtekinini koma seinni í ár í nýggjari software-dagføring (Mynd: Apple)

Myndtekinini koma seinni í ár í nýggjari software-dagføring (Mynd: Apple)

2018-07-18 09:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

70 nýggj myndtekin koma í nýggjari software-dagføring seinni í ár, boðaði Apple frá í gjár í tíðindaskrivi. 

Nøkur av teimum 70 nýggju myndteknunum - emojis - verða m.a. ein superhetja, hummari og fleiri andlit við reyðum hári.

Nýggju myndtekinini fara at umfata fleiri møguleikar fyri at gera myndtekin við reyðum, gráðum og krúlluttum hári. Harafturat verða fleiri djór at velja ímillum - millum annað ein páfuglur og ein kenguru.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder