placeholder
Innanlands

Nú ber til at keypa frímerki á app

Við snildfon ber nú til at keypa postgjald til brøv, heldur enn at brúka frímerki

Í staðin fyri at klistra frímerki á brævið, kann ein nú keypa eina brævkotu at skriva á brævið

Í staðin fyri at klistra frímerki á brævið, kann ein nú keypa eina brævkotu at skriva á brævið

2020-10-15 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógvir føroyingar hava heintað Posta appina og brúka hana til at keypa postgjald til pakkar, finna bestu tilboðini í lýsingarbløðum og finna sendingar við einum sportali. Nú hevur Posta lagt eina funku afturat á appina, soleiðis at postgjald til brøv eisini kann keypast beinleiðis frá appini.

- Vit hava arbeitt miðvíst við at betra tænastuna millum annað við at menna Posta appina. Okkara viðskiftafólk brúka nú appina í enn størri mun. Tey hava sæð, at tað kann vera ein fyrimunur at keypa postgjald til sendingar heima við hús og lata hana inn, tá tað liggur fyri t.d. á veg til arbeiðis, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.   

Posta metir, at nýggja funkan er góð hjá teimum, ið hava tørv á at senda brøv. Tó væntar Posta, at serliga ein málbólkur fer at fegnast um nýggu brævkoturnar: 

- Tey sum hava langt til posthúsið, ella sum vilja senda brøv uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar hjá posthúsunum. Tá ið tú keypir við snildfonini, kanst tú gera tað, akkurát tá tað passar tær, sigur Joel undir Leitinum.

Fyri at keypa eina brævkotu á snildfonini, skal brúkarin fyrst skráseta seg á Posta-appini og síðini velja knøttin ‘Keyp postgjald’. Tá ið postgjaldið er valt og goldið, fær brúkarin eina 6-stavaða brævkotu, sum skal skrivast á brævið saman við upplýsingum um móttakaran. Brævið skal síðani latast í ein postkassa. 

Tíðindaskriv frá Posta

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder