Innanlands

Ansið eftir í hálkuni

Hált er í morgun, ávarar Landsverk - tó ikki í Suðuroy. Lítið ferðsluóhapp var millum Fjarða í gárkvøldið

2025-11-18 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ansið eftir í ferðsluni í morgun, tí fitt av kava er komið niður í gjárkvøldið og í nátt.

Landsverk hevur verið úti og saltað vegirnar, so koyrilíkindini skuldu verið hampuliga góð, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Tó var eitt ferðsluóhapp í gjárkvøldið. Tað hendi millum Fjarða, har ein bilur fór á glið í hálkuni og koyrdi út av vegnum. Ongin álvarsligur skaði stóðst av óhappinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder