Seinnapartin í gjár setti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Menningarnóttina í Reykjavík.
Aftaná setanina sungu og kvóðu Xperiment, og Heiðrikur við bólki sang. Síðani var móttøka á Sendistovu Føroya, har Peter Petersen, føroyski sendimaðurin, bjóðaði vælkomin, og Lena og Niclas framførdu. Eisini lótu mynda- og listaframsýningar upp, sum er føroyska íkastið til Menningarnóttina.
Røðan, sum Annika Olsen helt á íslendskum, kann lesast á føroyskum her.
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook-síðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald