Innanlands

Annika Olsen: Ger nú tað rætta løgmaður

Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika at seta rætta landsstýrisfólkið í samferðslumálum, sum kann loysa innkomuvegin til Havnar, heldur Annika Olsen

Annika Olsen, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, sum sambært VP og Norðlýsinum, verður kunngjørdur landsstýrismaður í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, sum sambært VP og Norðlýsinum, verður kunngjørdur landsstýrismaður í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-19 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heitir á løgmann um at seta eitt landsstýrisfólk, ið vil loysa málið um innkomu vegin til Havnar

Annika Olsen skrivar soleiðis í lesarabrævi, sum er sent miðlunum:

"Javnaðarflokkurin hevur sitið við samferðslumálum hetta valskeiðið, og ilt er at síggja nakra vælvild ella nakað úrslit viðvíkjandi størstu ferðsluavbjóðing í landinum,  nevniliga innkomuvegin til høvuðsstaðin.

"Hóast avtala er undirritað millum býráðið og samferslumálaráðið, so hevur hendan avtalan verið skúgvað til viks av undanfarna landsstýrisfólki hjá Javnaðarflokkinum. Óteljandi ferðir hava vit í Tórshavar býráð heitt á landsins myndugleikar og landsstýrismannin í samferðslumálum um at virða hesa avtalu, tó úrslitaleyst.

"Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika, at seta eitt landssýrisfólk, ið hevur vilja og dirvi at loysa hetta stórmál."

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder