Mentan

Annika Hoydal á Summar Festivalin

Føroyska tónleikadrotningin spælir konsert á Vágsbø í august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-09 07:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í summar fer Annika Hoydal at spæla á stóra palli á Vágsbø, boða fyriskiparar av Summar Festivalinum frá.

– Annika Hoydal er ein av størstu stjørnunum í føroyskum mentanarlívi yvirhøvur. Síðani miðskeiðis í 1960'unum hevur hon verið virkin sangari, sangskrivari og sjónleikari í Føroyum og uttanlands, og hon er framvegis virkin á føroyska mentanarpallinum. Í ár hevur hon konsert á landsins størsta tónleikatiltaki.

– Seinna partin av 1960'unum bleiv hon sum songkvinna partur av væl umtókta fólkatónleikabólkinum Harkaliðnum, sum í drúgt tíðarskeið gav tónleik út og spældi konsertir. Í 1970'unum fór Annika Hoydal eisini undir at geva tónleik út og at framføra sum solistur, og tað hevur hon gjørt síðani. Seinasta útgávan kom í 2023, og hon spælir framvegis konsertir, nú hon er farin um 80 ár.

Annika hevur sungið eina langa røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn - m.a. "Aldan", "Í dans", "15 ár", "Lisa", og "Ólavur Riddararós".

Summar Festivalurin verður í ár hildin í døgunum 6. til 8. august, og lagt er upp til eina stóra og savnandi konsert, tá Annika Hoydal fer á pall, skriva fyriskiparar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder