Danska Annika er klár at taka pallin í Vágsbotni leygardagin 27. juni 2026. Eitt av mest spennandi og lovandi poppfyribrigdunum í norðurlondum kemur at spæla á Voxbotn í summar.
Sum 17-ára gomul byrjaði Annika at deila egnar sangir á TikTok. Í dag hevur hon 1 mió. likes og meira enn 3 mió. views – og ferðin bara økist. Í 2023 tók hennara tónleikalív veruliga dik á seg. Í 2024 kom debut-staklagið “Knuser hjerter”, ið fór beinleiðis í toppin á Spotify Danmark. Sama ár kom EP’in “Nye Tider”, ið varð stroymd í milliónatali, og “Så længe jeg er sexy” skrivaði søgu við 1. plássinum í Noregi. Í 2025 vóru fleiri hæddarpunkt – m.a. sera vælumtókta debutalbumið “AW”.
Á leiðini hevur hon vunnið P3 Guld – P3 Talentet og DMA – Ársins nýggja navn. Útgávurnar hava rokkið høgt á listum, og Annika hevur longu nátt fingið tríggjar ferðir platin.
Annika hevur longu staðið seg sera væl á teimum størstu festivalunum – Roskilde, har hon læt Orange pallin upp og eisini á Smukfest. Annika hevur eitt sterkt live-drive við nærveru, sjálvsáliti og sangum, har niðurløgini sita fast, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald