Innanlands

Anne Mette prestur á odda fyri Etiska ráðið

Hildur við Høgadalsá hevur valt at takka fyri seg í ráðnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-01 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hildur við Høgadalsá hevur valt at takka fyri seg sum forkvinna í Etiska ráðnum. Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur nú tilnevnt Anne Mette Greve Klementsen sum nýggja forkvinnu fyri Etiska ráðið.

Anne Mette Greve Klemensen gjørdist cand.theol í 2010, og tók sangútbúgving frá Sjællands kirkemusikskole árið fyri.

Í 2011 gjørdist Anne Mette sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, har hon hevur virkað, inntil hon tók við embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár. Harumframt hevur Anne Mette serkunnað seg innan eksistentiellar lívsstøður hjá barnakonum.

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum, og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Í Etiska ráðnum eru níggju limir, ið verða settir fyri fýra ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.

Landsstýrisfólkið við heimsumálum velur formannin og tinevnir eisini hinir limirnar eftir tilmæli: Tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á tingi, ein eftir tilmæli frá Kommunufelagnum og ein frá landsstýrisfólkunum við ávikavist almannamálum, vinnumálum og kirkjumálum.

Tey, ið verða tilnevnd í ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virksemið hjá ráðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder