Mentan

Anna Kathrina Højgaard framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Framsýningin av foto, grafikki og málningum verður í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 10.-15. august

2018-08-11 10:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
 
Anna Kathrina Højgaard hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 10.-15. august.
 
Talan er um eina fjølbroytta framsýning av foto, grafikki og málningum.
 
Tað er nógv ár síðani, at Anna Kathrina Højgaard hevði eina slíka blandaða framsýning, tí síðstu árini hevur hon so at siga bert havt fotoframsýningar.
 
Á framsýningini verða bæði stórar og smáar myndir, svart/hvítar og litfagrar, andlitsmyndir og føroyska náttúran.
 
Opið verður hvønn dag í Smiðjuni í Litluvík frá klokkan 11 til 17 í 10.-15. august.
 
 
 
 
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder