Sjúrður Skaale sprongdi skalan fyri persónligt atkvøðutal á einum fólkatingsvali, og Javnaðarflokkurin fekk fleiri atkvøður í dag, enn flokkurin fekk til søguliga góða løgtingsval sítt í 2024.
Sí eisini: Sjúrður sprongdi úrsltitalvuna - yvir 10.000 atkvøður
Les eisini: Sjúrður Skaale: - Hetta er heilt óhoyrt - eg má takka familjuni og teimum rundanum seg
Royndi havnarmaðurin varð stóri sigursharrin, tá hann vann sína fimtu setu, men Anna Falkenberg hevði eisini eitt søguliga gott val. Hon fekk 2.971 atkvøður í 2022 - í kvøld var talið 5.304 persónligar atkvøður.
Eitt framúr val hjá Annu Falkenberg, hóast nakað av afturgongd til Sambandsflokkinum - ið eins og øll onnur misti til Javnaðarflokkin og Sjúrði Skaale.
- Eg haldi at veljarin hevur talað, í mun til hvat umboð man vil hava í Danmark. Vit eru eitt lið í Sambandsflokkinum, og tað viktigast er at vit fáa úrslit saman - eisini til løgtignsvalið og arbeiðini hanga saman.
Júst løgtignsvalið hóskvøldið verður áhugavert í mun til fólkatingskvinnuna. Tí tað má ávirka nakað, at hon varð vald inn á fólkating í kvøld. Anna Falkenberg heldur fast við, at tað er ikki fyrrenn nakað eftir løgtingsvalið, at avgerðin fellur, hvar hon verður næstu fýra árini. Tað kann millum annað spæla inn, hvørt Sambandsflokkurin kemur í samgongu ella ikki.
- Um fólk vil hava, at eg skal fara á Fólkating - sum eg haldi var nokso greitt í kvøld, so skal eg tað. Men um fólk ynskaj meg á Løgting, skulu tey eisini atkvøða fyri mær hósdagin. So fáa vit at síggja.
Anna Falkenberg viðurkennir annars, at hon var eitt sindur stúrin um, at Sjúrður Skaale fór at vinna eitt fólk við sær: - Alt gekk so skjótt.
Tað var eisini stórur fagnaður í Sambandshølunum í Blábar - sí frálíku myndirnar hjá Jens Kr. Vang her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald