Ikki óvæntað boðaði bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer fyrrapartin frá, at hann leggur frá sær, og Andy Burnham, tjóðartingslimur fyri Labour hevur longu boðað frá, at hann bjóðar seg fram at yvirtaka formanssessin í flokkinum.
Les eisini: Keir Starmer leggur frá sær
Andy Burnham, sum m.a. hevur verið borgarstjóri í Manchester-økinum og hevur havt fleiri ráðharrasessir boðar á sosiala miðlinum X frá, at hann stillar upp til formansvalið.
Samstundis takkar hann Starmer fyri arbeiði hansara, skrivar Ritzau.
Burnham, sum herfyri varð afturvaldur í bretska tjóðartingið fyri Josh Simmons, sum fór úr tjóðartinginum, verður mettur at hava stóra undirtøku millum tjóðartingslimir í Labour.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald