Venesuelski andstøðupolitikarin Edmundo González Urrutia heldur at fangatøkan av forsetanum, Nicolas Maduro er eitt týðandi stig fyri Venesuela, men tað er ikki nóg mikið.
– Hendan løtan umboðar eitt týðandi stig, men tað er ikki nóg mikið, skrivar Edmundo González Urrutia, sum síðan september hevur verið í útlegd í Spania, á Instagram.
Hann var uppstillaður á umstrídda valinum í Venesuela á sumri í 2024, men Maduro varð útnevndur til vinnara.
Sambært andstøðupolitikaranum kunnu viðurskiftini í Venesuela fyrst fara aftur til tað vanliga, tá allir venesuelar, sum av politiskum orsøkum hava mist frælsið, verða leyslatnir. Tað skal tryggja tí, sum hann repar eitt fólkaræðisligt skifti.
Umframt hetta skal valúrslitið frá 2024 virðast, sigur hann sambært Ritzau.
González Urrutia og restin av andstøðuni hevur hildið fast við, at Maduro tapti valið, og at talan var um valsvik.
Forsetin í Venesuela og kona hansara vórðu tikin til fanga av USA um vikuskiftið, og eru tey skuldsett fyri m.a. smugling av kokaini. Rættarmálið móti teimum byrjar í New York í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald