
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Amy Martinsdóttir Thomsen í starv sum skúlastjóri í Sumbiar skúla.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.
Amy er 46-ára gomul, úr Vágu og og býr í Sumba.
Hon tók læraraprógv frá University College Nordjylland (UCN) í Ålborg í 2013. Amy Thomsen hevur eisini eykaprógv í føroyskum og svimjilæraraprógv frá Føroya Læraraskúla, skrivar skulabladid.fo
Nýggy skúlastjórin kennir skúlan ógvuliga væl:
- Amy hevur royndir sum læraravikarur frá Vágs skúla frá 2008-2010 og frá Sumbiar skúla frá 2010-2013. Síðani 2013 hevur Amy starvast sum lærari í Sumbiar skúla. Hon hevur undirvíst í øllum flokkum (1.-7. fl.) og í øllum lærugreinum.
Amy Martinsdóttir Thomsen tekur við frá 1. oktober 2025 at rokna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald