Uttanlands

Amnesty steingir skrivstovu í Hong Kong

Orsøkin er kinesiska trygdarlógin, sigur felagsskapurin

Skrivstovan hjá Amnesty International í Hong Kong (Mynd: EPA)

Skrivstovan hjá Amnesty International í Hong Kong (Mynd: EPA)

2021-10-25 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á nýggjárinum letur skrivstovan hjá Amnesty International í Hong Kong aftur.

Orsøkin er nýggja kinesiska trygdarlógin, sum í roynd og veru hevur gjørt tað ómøguligt hjá mannarættindafelagsskapum at arbeiða frítt í økinum, skrivar Amnesty í fráboðan.

Trygdarlógin elvdi eisini til stór mótmæli í 2019 og 2020, og mentu mótmælini seg til mótmæli fyri fólkaræði.

– Hetta er ein tung avgerð, sigur Anjhula Mya Singh Bais, forkvinna í altjóða nevndini hjá Amnesty International sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder