Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International er stúrin um støðuna í Venesuela í kjalarvørrinum á amerikonsku álopini Á Veneseuela og heitir á bæði londini um at virða mannarættindi.
– Amnesty International er serliga stúrið um vandan fyri øking av brotum á mannarættindi í landinum, sum annaðhvørt stava frá fleiri amerikonskum atgerðum ella einari reaktión hjá stjórnini í Venesuela, sigur felagsskapurin í fráboðan sambært Ritzau.
Amnesty International heitir á amerikonsku stjórnina um at halda altjóða mannarættindalóggávu. Felagsskapinum er ørkylaður um álopið á Venesuela og sigur, at tað er við til at bróta niður altjóða lóg og heimsskipanina.
– Hesar gerðir eru tekin um eina altjóða skipan, sum verður stýrd av hernaðarligum valdi og hóttanum, og tær økja um vandan fyri, at onnur fara at gera teimum eftir.
Eisini heitir mannarættindafelagsskapurin á myndugleikarnar í Venesuela um at virða og verja mannarættindini hjá øllum í Venesuela. Tey, sum eru í størstum vanda eru mannarættindastríðsfólk og onnur, sum "djarvt hava strídst ímóti mannarættindabrotum og brotum á altjóða lóg hjá Maduro-stjórnini í áravís".
Venesuela hevur heitt á ST-trygdarráðið um at hittast at umrøða støðuna. Trygdarráðið kemur saman mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald