Uttanlands

Amerikonsk samráðingarfólk fundast við Zelenskyj í Berlin

Steve Witkoff og Jared Kushner skulu m.a. hitta ukrainsak forsetan og aðrar evropeiskar leiðarar um vikuskiftið

Steve Witkoff, serligt amerikanskt sendifólk (Mynd: EPA)

Steve Witkoff, serligt amerikanskt sendifólk (Mynd: EPA)

2025-12-13 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff skal hetta vikuskiftið hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og fleiri aðrar avropeiskar leiðarar í týska høvuðsstaðnum Berlin.

Fundirnir eru partur av samráðingunum um friðaravtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

Witkoff fer til Berlin saman við Jared Ksuhner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump, sum eisini hevur verið partur av amerikanska samráðingartoyminum, skrivar Ritzau.

Witkoff og Kushner vóru í farnu viku í russiska høvuðsstaðnum Moskva, har teir hittu m.a. russiska forsetan, Vladimir Putin, og síðani hittust umboð fyri USA og Ukraina í amerikanska býnum Miami.

Russiski forsetin endurtók herfyri, at ukrainska Donbas-økið skal gerast partur av Russlandi, og tað var eisini við í upprunaliga amerikanska uppskotinum til eian friðaravtalu millum Russland og Ukraina. Uppskotið er síðani broytt.

Ukrainski forsetin heldur tó, at tað skal vera upp til ukrainska fólkið at taka avgerðir um landaøki umvegis fólkaatkvøðu.

Les eisini: – Ukrainska fólkið skal taka avgerð um landaøki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder