Uttanlands

Amerikanskur politikari og borgararættindastríðsmaður deyður

John Lewis hevði í fleiri mánaðir strídst við krabbamein – Hann andaðist í gjár 80 ára gamal

John Lewis (Mynd: EPA)

John Lewis (Mynd: EPA)

2020-07-18 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski politikarin og borgararættindastríðsmaðurin John Lewis er deyður.

Hesum boðar formaðurin fyri amerikanska Umboðsmannatingið, Nancy Pelosi, frá í morgun.

John Lewis, var í nógv ár limur í Kongressini fyri Atlanta, og eisini var hann ein partur av borgararættindarørsluni. Í 1965 stríddist hann m.a. fyri rættindini hjá littum amerikanarum saman við Martin Luther King Jr, sum hevði fingið Friðarheiðursløn Nobels árið fyri.

John Lewis helt á at stríðast fyri borgararættindi restina av lívi sínum. Í juni luttók hann m.a. í "Black Lives Matter" mótmælisgongum.

Í 2011 fekk hann "The Presidential Medal of Freedom" frá táverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama. Talan er um størsta heiður, sum eitt sivilfólk kann fáa í USA.

Hann andaðist í gjár, 80 ára gamal, eftir at hava strídst við krabbamein í fleiri mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder