
Steve Witkoff, serligt sendifólk hjá USA fer seinni í vikuni til russiska høvuðsstaðin Moskva at hitta umboð fyri Russland, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
Tað eru russar, sum hava biðið um fundin, sigur Trump sambært DR.
– Hann fer møguliga til Russlands mikudagin ella hósdagin. Tey vilja fegin síggja hann. Tey hava biðið um fund, so nú mugu vit síggja, hvat hendir.
Trump undirstrikar, at Witkoff í løtuni leggur dent á at tryggja neyðhjálp til sivilfólk í Gaza, men at Russland verður rakt av nýggjum revsitiltøkum, um tey ikki taka undir við einari avtalu um vápnahvíld í seinasta lagi fríggjadagin.
Witkoff vitjaði um vikuskiftið í Gaza og Ísrael, har hann lovaði avvarðandi hjá gíslum í Gaza, at arbeitt var við einari ætlan, sum skuldi fáa ein enda á krígnum.
– Vit hava eina ætlan, sum skal fáa enda á krígnum í Gaza
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald