Uttanlands

Amerikanskir miðlar: Trump ætlar at peika á Amy Coney Barrett

Tað væntast, at amerikanski forsetin í kvøld fer at kunngera, hvønn hann vil hava at yvirtaka plássið hjá Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist fyri einari viku síðani

Amy Coney Barrett (Mynd: EPA)

Amy Coney Barrett (Mynd: EPA)

2020-09-26 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at velja 48 ára gamla samveldisdómaran Amy Coney Barrett til nýggjan hægstarættardómara, skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Tað verður væntað, at hann seint í kvøld okkara tíð fer at boða frá, hvønn hann ætlar at peika á.

Amy Coney Barrett tykist tó at vera favoritturin, og er hon sambært CNN, einasta valevnið, sum hevur verið á fundi við forsetanum.

Síðan hægstarættardómarin Ruth Bader Ginsburg andaðist í farnu viku eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð, hava gitingar verið um, hvør fer at yvirtaka pláss hennara.

Tann persónin, sum Trump endar við at peika á, skal síðani góðkennast av senatinum, har republikanarar í løtuni hava meirilutan.

Ein hægstarættardómari situr sum vanligt fyri lívið ella til hann leggur frá sær, men hann kann eisini verða koyrdur frá, um kongressin koyrir hann fyri ein ríkisrætt.

Amy Coney Barrett hevur síðan 2017 verið samveldisdómari fyri Wisconsin, Illinois og Indiana. Hon kann gerast triði hægstarættardómarin, sum Trump peikar á í sínum fyrsta valskeiði sum forseti og tann fimta kvinnan, sum situr í amerikanska hægstarættinum.

Í 2017 valdi hann Neil Gorsuch og í 2018 Brett Kavanaugh.

Velur Trump enn ein konservativan dómara til hægstarættin, fara tey konservativu at hava ein meiriluta á seks móti trimum í hægstarættinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder