
Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio er farin til Ísrael fyri at tosa um vápnahvíld í Gaza og álopið í Katar.
Týsdagin leyp Ísrael á leiðarar í palestinsku Hamas-rørsluni, sum vóru í Katar í sambandi við samráðingar um vápnahvíld.
Amerikanski forsetin, Donald Trump fanst at Ísrael fyri álopið, sum sambært Ísrael hevði til endamáls at drepa Hamas leiðararnar, sum høvdu beinleiðis ábyrgd av álopinum á Ísrael 7. oktober 2023.
Hóast amerikanski forsetin er alt ennað enn fegin um álopið, hevur tað ikki broytt viðurskiftini millum USA og Ísrael, sigur Rubio sambært Ritzau.
USA og Ísrael skulu tó umrøða, hvussu álopið hevur ávirkað arbeiðið at fáa í lag eina vápnahvíld í Gaza.
– Tað eru framvegis 48 gíslar, sum hava uppiborið at verið leyslatnir, allir samstundis. Og har er eisini hart arbeiði fyri framman - tá hetta er yvirstaðið - við at byggja Gaza uppaftur á ein hátt, sum gevur fólki ta lívsgóðskuna, sum tey øll ynskja.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at Ísrael hevði rætt at fremja álopið í Katar, sum hevur verið meklari í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.
Keldur siga tó við The Wall Street Journal, at Trump í telefonsamrøðu segði við Netanyahu, at tað var ein skeiv avgerð at leypa á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald