Uttanlands

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin er bjartskygdur

Marco Rubio sigur, at framstig eru gjørd á fundinum millum USA og Ukraina í Sveis

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-11-24 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio sigur, at hann er sera bjartskygdur eftir fundin millum USA og Ukraina í Sveis sunnudagin, har partarnir hava umrøtt amerikanska uppskotið til friðarætlan.

– Eg haldi, at vit hava gjørt stór framstig, segði Rubio á tíðindafundi sunnukvøldið.

– Vit hava veruliga flutt okkum frameftir, so eg kenni meg sera bjartskygdan.

Rubio legði afturat, at fundurin var helst tann besti, sum partarnir høvdu havt í allari tilgongdini.

Hann ásannaði, sambært Ritzau, at ein liður í tilgongdini at fáa ein einda á krígnum í Ukraina, krevur, at Ukraina kennir seg trygt, og sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, eru ábendingar um, at toymið hjá USA hevur lurtað eftir Ukraina.

Tað var í farnu viku, at USA lat russum og ukrainum eitt uppskot til friðarætlan, og partarnir hava til hósdagin at svara.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at talan ikki er um eitt endaligt tilboð, og er pláss fyri broytingum. Eisini kann freistin verða útsett, um prógv er fyri, at verulig framstig verða gjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder