Uttanlands

Amerikanski sendiharrin í Danmark góðkendur

Ken Howery, sum Donald Trump útnevndi í desember í fjør, er nú góðkendur av amerikanska senatinum

49 ára gamli Ken Howery hevur fyrr verið sendimaður í Svøríki. Tað var hann frá november 2019 til januar 2020

49 ára gamli Ken Howery hevur fyrr verið sendimaður í Svøríki. Tað var hann frá november 2019 til januar 2020

2025-10-08 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ken Howery, sum er uppskotið hjá Donald Trump forseta til nýggjan amerikanskan sendiharra í Danmark, er nú loksins góðkendur av amerikanska senatinum. Tað skrivar 49 ára gamli vinnulívsmaðurin sjálvur á miðlinum X.

- Tað er mær ein heiður at verða góðkendur av Senatinum sum sendiharri í Danmark. Eg síggi fram móti at umboða okkara land og víðarimenna sterka vinalagið millum USA og Danmark, skrivar hann.

Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, hevur hann ætlanir um at vitja í Grønlandi og Føroyum skjótast møguligt.

Donald Trump peikaði longu í desember í fjør á Howery sum nýggjan sendiharra til  Danmarkar. Man tað krevst ein góðkenning frá senatinum at kunna verða settur, og nústaðni er hon komin.

Tá Trump mælti til at seta Howery, sum fyrr hevur verið amerikanskur sendiharri í Svøríki, var tað um somu tíð, sum Trump luftaði tankar sínar um at taka ræðið á Grønlandi.

- Fyri okkara tjóðartrygd og fyri frælsið í heiminum heldur USA, at ognarlutur og ræði á Grønlandi hevur týdning, skrivaði Donald Trump á Truth Social tá.

Enn er ógreitt nær Ken Howery kemur til Danmarkar, skrivar KNR.

Howery kemur í embætið eftir Alan Leventhal, sum undanfarni forsetin, Joe Biden, útnevndi, og sum var sendi harri í Danmark frá juli 2022 til januar í ár. Síðan hevur onki sendifólk verið á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn.

Øll sendifólk hjá USA verða skift út í sambandi við, at nýggjur forseti og nýggj umsiting tekur við í Washington.

Ken Howery er búskaparfrøðingur úr Texas, er vinnulívsmaður og íverkseti. Eitt nú var hann við at stovna heimsumfatandi gjaldstænastuna PayPal saman við stovnaranum av Tesla, Elon Musk. Sambært New York Times, eru teir tættir vinir.

Danska blaðið Børsen skrivar, at ongin almenn uppgerð finst yvir ognirnar hjá Ken Howery, men fleiri miðlar meta, sambært Børsen, at hann man vera góður fyri umleið 1,5 milliardir dollarar – svarandi til 9,6 milliardir krónur.

New York Times tosaði í januar í ár við fólk, ið kenna Ken Howery, og tey lýsa hann sum ein djarvan mann og ævintýrara. Sambært miðlinum hevur hann sagt fyri vinum sínum, at hann kennir seg drignan at Danmark, eitt nú orsaka av at skula standa fyri møguligum samráðingum um Grønland, skrivar KNR.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder