Innanlands

Amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfjørð

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina, og Brimil fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi

USS Newport News var eisini í Føroyum 4. juli (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

USS Newport News var eisini í Føroyum 4. juli (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

2025-07-28 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfjørð.

USS Newport News er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í morgun.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina, og Brimil fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.

USS Newport News var eisini í Føroyum 4. juli í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder