2025-06-23 10:32

Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Delaware í Nólsoyarfjørð.
Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum fyrr hevur verið í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
USS Delaware er ein kavbátur í Virginia-flokkinum. Kavbáturin er 115 metrar langur, er 10 metrar breiður og stingur 9,8 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald