Uttanlands

Amerikanski hægstirætturin skal viðgera umstrídda fosturtøkulóg

1. november fer hægstirætturin at viðgera fosturtøkulógina í Texas, sum verður mett at vera ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA, eftir áheitan frá umsitingini hjá Joe Biden

Fyrst í hesum mánaðinum varð skipað fyri mótmælistiltaki í Washington D.C uttanfyri amerikanska hægstarættarbygninginum (Mynd: EPA)

Fyrst í hesum mánaðinum varð skipað fyri mótmælistiltaki í Washington D.C uttanfyri amerikanska hægstarættarbygninginum (Mynd: EPA)

2021-10-23 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin játtaði amerikanski hægstirætturin at viðgera nýggju umstríddu fosturtøkulógina í Texas, sum í roynd og veru bannar nærum øllum fosturtøkum, eftir at umsitingin hjá Joe Biden heitti á hægstarættin um at steðga nýggju lógini.

Hægstirætturin tók tó ikki støðu til, um lógin skal takast úr gildi, meðan hon verður viðgjørd, skrivar Ritzau.

Sleppur lógin at verða verandi, fer hon at gera óbøtaligan skaða á túsundatals kvinnur í Texas, sum ikki fáa síni grundlógartryggjaðu rættindi, heldur umsitingin hjá forsetanum.

Nýggja lógin í Texas er heilt greitt í stríð við bæði grundlógina og sonevndu Roe v. Wade avgerðini frá 1973, sum tryggjaði kvinnum í USA rættin til fosturtøku, heldur umsitingin.

Málið um fosturtøkulógina í Texas hevur verið ígjøgnum fleiri dómsstólar, sum hava ógildað avgerðirnar hjá hvørjumøðrum.

Heilt ítøkiligt heitir umsitingin hjá Joe Biden á amerikanska hægstarættin um at ógilda avgerðina hjá einum kærudómsstóli, sum ógildaði avgerðina hjá einum dómara, sum steðgaði lógini.

Áður hevur hægstirætturin annars atkvøtt fyri lógini, tá ein fosturtøkuklinikk í Texas kærdi málið. Tá vóru fimm atkvøður fyri og fýra ímóti.

Umstrídda fosturtøkulógin í Texas kom í gildi 1. september. Lógin bannar allari fosturtøku eftir sættu viku í viðgongutíðini, tá nógvar kvinnur enn ikki vita av, at tær eru við barn. Undantøk kunnu gerast, um prógv er fyri, at annaðhvørt mamman ella barnið eru í lívsvanda, men undantøk verða ikki gjørd fyri neyðtøku ella blóðskemd.

Lógin loyvir eisini vanligum borgarum at stevna einhvønn, ið hjálpir einari kvinnu at fáa fosturtøku. Vinnur borgarin rættarmálið, fær hann í minsta lagi 10.000 dollarar í samsýning, ið svarar til meira enn 63.000 í okkara krónum.

Lógin verður mett at vera ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA, og fleiri statir hava seinastu árini sett egnar lógir í gildi á økinum.

Sambært amerikanska miðlinum NPR skal hægstirætturin viðgera málið um fosturtøkulógina 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder