Í dag flytir amerikanska konsulátið í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Síðan 2020 hevur amerikanska umboðið havt bústað í einum lítlum reyðum træhúsum við havnina, sum tey hava leigað frá Grønlands kommando.
Men nú flytir konsulátið í ein nýggjari bygning í miðbýnum. Amerikanarar hava leigað 3.000 fermetrar í trimum hæddum íroknað bilhús í einum nýggjum háhúsum í miðbýnum í Nuuk, skrivar DR.
Tað eru tey, ið undrast yvir, at USA hevur brúk fyri so nógvum plássi í grønlendska høvuðsstaðnum. Tað eru nógv í Grønlandi, sum ógvast við stóra amerikanska áhuganum fyri Grønlandi, og tey halda ikki, at áhugin tykist vinarligur.
Sum skilst verður skipað fyri einum friðarligum mótmæli uttan fyri konsulátið, í sambandi við at tað alment letur upp í dag, har tey í tveir minuttir fara at standa við bakinum móti konsulátinum fyri av vísa teirra ónøgd yvir amerikanska áhuganum fyri at yvirtaka Grønland, skrivar dr.dk.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, er boðin við til hátíðarhaldið, men hevur boðað frá, at hann ikki verður við.
![]()
Jeff Landry heilsaði upp á grønlendingar í Nuuk (Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix)
Vildi skapa sambond og finna vinir
Serligi sendiharrin hjá Donald Trump til Grønlands, Jeff Landry, republikanskur senatorur í Louisiana, hevur hesa vikuna vitjað í Grønlandi, men tað er einki, ið bendir á at vitjan hansara hevur betrað um viðurskiftini millum Nuuk og Washington.
Landry segði við miðlarnar, at endamálið við vitjan hansara var at finna vinir og skapa sambond millum USA og Grønland.
Jeff Landrey var saman við amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn, Ken Howery, mánadagin á fundi við Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformann, og Múte B. Egede, landsstýrismann í uttanlandsmálum.
Grønlendsku stjórnarleiðararnir søgdu eftir fundin, at fundurin gekk væl og skikkiliga fyri seg, og at landsstýrið enn einaferð vísti á, at grønlendingar ynskja at vera vird sum sjálvstøðug fólk.
Á vitjan síni í grønlendska høvuðsstaðnum gekk serligi sendiharrin hjá Trump millum annað á gøtunum í Nuuk og deildi serligar sjokulátumyntir við eilsan frá guvernørinum í Louisiana út til børn og onnur áhugað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald