Uttanlands

Amerikansk bumbuflogfør fingið støð í Noregi

200 amerikansk herfólk eru komin til Ørland hernaðarflogstøðina í sambandi við venjingar, sum skulu fara fram í norskum loftrúmi

Talan er um fýra bumbuflogfør at hesum slag - B-1B Lancer (Mynd: EPA)

Talan er um fýra bumbuflogfør at hesum slag - B-1B Lancer (Mynd: EPA)

2021-02-22 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í nýggjari eru amerikansk hernaðarflogfør nú staðsett á norskari flogstøð.

NRK skrivar, at fýra amerikans bumbuflogfør í dag koma ella eru komin til norsku hernaðarfloghavnina Ørland, nakað uttan fyri Tróndheim.

Talan er um fýra flogfør av slagnum B-1B Lancer, skrivar NRK frá Teknisk Ugeblad.

Norska flogverjan hevur fyrr vant saman við amerikanskum bumbuflogførum í norskum loftrúmi. Men nú er talan um, at amerikansku flogførini skulu hava støð á Ørland í eina tíð. 200 amerikansk herfólk eru longu komin á flogstøðina í hesum sambandi.

Ávís politisk ósemja hevur verið í Noregi eftir at tíðindini bórust um, at amerikansk flogfør skuldu vera í Noregi í eina tíð, serliga frá vinstraveinginum, t.v.s. flokkunum SV og Rødt, sum ikki vilja hava amerikanskar hernaðarstyrkir á norska jørð.

Norski verjulmálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen hevur sagt, at avtalan um at geva amerikansku flogførunum loyvi at hava støð á Ørland í eina tíð ikki er í stríð við norskan politikk viðvíkjandi hernaðarstøðum.

Hann vísir á, at hóast fremmant vald ikki kann hava herdeildir og útgerð fast í Noregi, so er møguleiki fyri, at tær kunnu venja í styttri tíðarskeið í friðartíð.

Í eini samrøðu við NRK hevur Frank Bakke-Jensen upplýst, at bumbuflogførini fara at hava støð í noregi í umleið ein mánaða. 

placeholder
placeholder